Nú verður dýrari at hava bil í Føroyum

Nú verður dýrari at hava bil í Føroyum
Á nýggjárinum verður dýrari at hava bil í Føroyum, tí landskassin hevur brúk fyri pengum. Vektgjaldið, ella vegskatturin, hækkar tíggju prosent
Tað verður nú dýrari at hava bil. Á nýggjárinum hækkar vegskatturin við tíggju prosentum, og ætlanin er at brennievni og smyrjiolja eisini verða dýrari
 
25.11.2015 - 10:16

Vektgjaldið hevur verið óbroytt síðani 2009. Samstundis er ætlanin at lækka vektgjaldið fyri elbilar, sum higartil hava goldið sama vektgjald sum dieselbilar, og tað er hægsta vektgjaldið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at stundir vóru ikki at senda uppskotið til ummælis. Hækkaða vektgjaldið er mett at geva landskassanum tíggju milliónir krónur afturat næsta ár.

Brennievnið verður eisini dýrari

Harafturat er ætlanin at leggja 30 oyru oman á liturin av bensini og 25 oyru á diesel. Tað skal geva landskassanum 11,2 milliónir krónur meira næsta ár.

Uppskot er um at hækka umhvørvisgjaldið á smyrjiolju 25 prosent, úr tveimum krónum upp í hálva triðju krónu fyri liturin. Tað er mett at geva landskassanum tríggjar milliónir og 750.000 kr. afturat.

Tann peningurin skal brúkast til arbeiðið hjá IRF at reinsa spillolju. Landsstýrið legði í gjár fram eina rúgvu av lógaruppskotum, sum skulu hjálpa landsstýrinum at fáa avlop í fíggjarlógina næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657