Fátækar familjur fáa nú hjálp

Fátækar familjur fáa nú hjálp
Frá 1. januar fáa fátækar barnafamiljur pengar úr landskassanum. Stakir uppihaldarar fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið
Barnafamiljur, ið hava tørv á fíggjarligari hjálp, fáa frá 1. januar pengar úr landskassanum, ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum
 
18.11.2015 - 08:17

Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 kr. afturat fyri hvørt barnið, so støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, fáa 28.000 kr. um árið.

Tað ætlar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur borið løgtinginum lógaruppskot um familjuískoyti. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava lítlar inntøkur og trong kor.

Ískoytið minkar stigvíst

Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 kr. í inntøku um árið. Ískoytið minkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan fer upp um 190.000 kr.

Tá inntøkan er komin upp í 275.000 kr. hjá støkum og 295.000 kr. hjá teimum, sum ikki eru støk, steðgar familjuískoytið. Landsstýrið hevur sett av 8,6 mió. kr. til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016.

Harafturat koma pengar til at umsita skipanina. Almannaverkið skal viðgera umsóknirnar um familjuískoytið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512