- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fá fólk til eftirlit
Eftirlitið varð yvirtikið í 2008, men Skrásetingin hevur ongantíð havt ta manning, sum er neyðug, skal eftirlitið vera munagott.
Tað ber bara til at avgreiða tey mál, sum stovnurin fær leypandi. Tað stendur í frágreiðing, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Vinnunevndin viðger frágreiðingina hjá grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við honum. Sjey vinnurekandi grunnar eru skrásettir hjá Skráseting Føroya.
Teir eru Fíggingargrunnurin frá 1992, Framtaksgrunnurin, Føroyagrunnurin frá 1971, Grunnur H.N. Jacobsens, Grunnurin Immanuel, Norðoyagrunnurin og Suðuroyargrunnurin. Skrásetingin hevur eisini eftirlit við Ognarfelagi Tryggingartakaranna.