- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist nær brúgvin verður liðug
Brúgvin um Sandá er ikki liðug enn, men tað er trupult at fáa nakað at vita um, nær brúgvin so verður liðug. Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu, vil í dag ikki gera viðmerkingar til málið um brúnna um Sandá.
Mikael Viderø sigur, at tey í løtuni arbeiða við málinum um avlevering, dagbøtur og meir- og minniveitingar í samband við arbeiðið.
SÍ EISINI Illveðrið seinkar brúnna um Sandá
Samráðst verður um hetta hesa vikuna, og tá tær samráðingarnar eru lidnar, ber til at greiða nærri frá arbeiðinum við brúnni, sigur tekniski stjórin.
Higartil er brúgvin altso seinkað umleið tríggjar og ein hálvan mánað. Í mars í ár segði Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn, at brúgvin skuldi vera liðug á Ólavsøku.
Munandi dýrari enn ætlað
Brúgvin um Sandá hevur havt ein rættiliga tungan burð og er eisini blivin dýrari enn ætlað. Hon bleiv fyrst bjóðað út í 2012.
Tá helt kommunan, at lægsta tilboðið upp á knappar 55 milliónir krónur fyri bæði brúgv og rundkoyringar, sum var frá Articon, var ov dýrt. Avgjørt varð at biða um nýggj tilboð.
Tá tilboðini vórðu latin upp í 2014 varð greitt, at brúgvin um Sandá fór at gerast væl dýrari enn tær 55 milliónir krónurnar.
Kostnaðurin óvissur í løtuni
Kommunan tók av tilboðnum frá J&K Petersen upp á knappar 60 milliónir bara fyri at gera brúnna. Haraftrat varð avtala gjørd við eina aðra fyritøku um at gera vegir og rundkoyringar fyri slakar 10 mió. kr. Tilsamans 70 milliónir krónur.
Nú er arbeiðið so seinkað nakrar mánaðir. Seinkingar plaga at merkja, at arbeiðið verður dýrari, annaðhvørt fyri arbeiðstakaran ella byggiharran - og harvið skattaborgaran.
Men um arbeiðið verður dýrari, hvussu nógv tað verður dýrari og hvør skal gjalda, ber ikki til at fáa greiðu á í løtuni.