- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunna um granskingarpengar
Í dag verða tveir almennir kunningarfundir um Horizon 2020, og á fundunum vera serfrøðingar úr Brússel. Tað skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.
Annar fundurin verður klokkan 10 í Vinnuhúsinum í Havn. Hin kunningarfundurin verður klokkan 14:30 á Bókasavninum við Løkin í Runavík.
Greinin heldur fram niðanfyri
Minst til kunningarfundin mándagin. Kl. 10 í Vinnuhúsinum og kl. 14.30 á Bókasavninum við Løkin.Tvey umboð úr Brússel...
Posted by Granskingarráðið on 6. November 2015
Granskingarráðið sigur, at kunningarfundirnir venda sær serliga til fyritøkur, sum hava áhuga at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir.
Horizon 2020 er stuðulsætlanin hjá ES fyri gransking og nýskapan. Ætlanin er galdandi frá 2014 til 2020, og talan er um tilsamans 592 milliardir krónur.
Stuðulin verður veittur granskarum, fyritøkum, íverksetarum, felagsskapum, landspørtum og øðrum.