Tax-free er ikki júst tað sama sum MVG frítt

Tax-free er ikki júst tað sama sum MVG frítt
Handlar, sum bjóða Tax-free vørur, eiga í lýsingini at siga, hvør avslátturin er, sigur Brúkaraumboðið
Tax-free er ikki tað sama sum at einki meirvirðisgjald er á vøruni.
 
08.11.2015 - 15:32

Tá handlar lýsa við Tax-free degi, vænta fólk, at avlátturin svarar til meivirðisgjaldið, 20 prosent.

Men so er ikki altíð. Og tað var tað ikki hjá 39 handlum í Havn, sum seldu Tax-free leygardagin í farnu viku.

Fyrsta lýsingin hjá 39 handlum i Miðbýnum í Havn um Tax-free dagin 31.oktober var helst ikki í samsvari við lógina um marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Nakað minni enn 20 prosent

Visit Tórshavn, sum samskipaði lýsingarátakið, vendi sær til Brúkaraumboðið fyri at fáa leiðbeining til at orða lýsingina.

Og so var lýsingin broytt, so hon var í samsvari við krøvini í lógini. 

Avslátturin var ikki 20 prosent, men millum 12 og 18 prosent, tá keypt var fyri meira enn 300 kr.

Fyrsta lýsingin nevndi bara 39 í Havn. Brúkaraumboðið bað fyrireikararnar skriva í lýsingina, hvørjir handlarnir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
«Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!»
187112
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050