- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta er nú bíligari hjá tær at keypa
14. august í ár kostaði ein litur av bensini í Føroyum 9,29 krónur. Umleið tveir mánaðir seinni, fyrradagin 19. oktober, lækkaði prísurin aftur. Nú kostar ein litur av bensini 8,66 krónur.
Prísurin er lækkaður átta ferðir hetta tíðarskeiðið. Diesel er eisini vorðið bíligari. 14. august kostaði ein litur av diesel 7,49. Fyrradagin, 19. oktober, lækkaði prísurin fyri diesel niður í 7,06 fyri liturin.
Húsarhaldsoljan eisini blivin bíligari
Prísurin fyri húsarhaldsolju er eisini lækkaður. 14. august kostaðu 1.000 litrar av húsarhaldsolju 6.338 krónur. Nú kosta 1.000 litrar 5.875 krónur sambært teimum báðum oljufeløgunum.
Seinastu tveir mánaðirnar hevur miðalprísurin fyri bensinið verið 8,59 krónur, fyri diesel 7,20 og miðalprísurin fyri húsarhaldsolju hevur verið 6.091 krónur fyri 1.000 litrar.
Seinastu tveir mánaðirnar er bensinið blivið 62 oyru bíligari meðan diesel er blivið 43 oyru bíligari, sambært nýggjum yvirliti hjá Effo og Magn.