- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lars Olsen hevur sett liðið
Lars Olsen hevur sett liðið
Fimm broytingar eru á A-landsliðnum til dystin ímóti Ungarn samanborið við dystin móti Finnlandi
08.10.2015 - 01:21
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið til dystin ímóti Ungarn.
Tað er serliga á miðvøllinum at broytingarnar eru. Fýra nýggjir leikarar byrja har.
Tríggjar broytingar vóru neyðugar, tí Fróði Benjaminsen, Brandur Olsen og Hallur Hansson hava leikbann.
Teir nýggju á miðvøllinum eru Rógvi Baldvinsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene S. Joensen og Róaldur Jakobsen.
Viljormur Davidsen er blivin klárur aftur, og hann byrjar á vinstra bakki.
Her er liðið:
Gunnar Nielsen | Málverji |
Jónas T. Næs | Høgri bakkur |
Viljormur Davidsen | Vinstri bakkur |
Sonni Ragnar Nattestad | Miðverji |
Atli Gregersen | Miðverji |
Rógvi Baldvinsson | Verjukendur miðvøllur |
Rene S. Joensen | Høgri miðvøllur |
Kaj Leo í Bartalsstovu | Vinstri miðvøllur |
Sølvi Vatnhamar | Sentralur miðvøllur |
Róaldur Jakobsen | Álopssinnaður miðvøllur |
Jóan Símun Edmundsson | Áleypari |
Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður klokkan 19:30.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV