- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áskoðarar sleppa kortini til landsdyst
Áskoðarar sleppa kortini til landsdyst
Tá føroyska ferðalagið, 75 fólk, kom til Budapest í gjár, fekk Fótbóltssambandið at vita, at áskoðarar kortini sleppa til dystin
06.10.2015 - 08:12
Men tað var alt ov seint hjá Fótbóltssambandinum at fáa tað at vita, tí FSF gavst at selja ferðir til dystin, tá boðini fyri trimum vikum síðani komu um, at bara nakrir heilt fáir áskoðarar úr hvørjum landi sluppu til dystin
SÍ EISINI Video: Landsdystur uttan áskoðarar
Tað varð gjørt, tí UEFA revsaði Ungarn fyri vánaligan atburð hjá áskoðarunum í dystinum móti Rumenia. Hetta kostaði FSF okkurt um 200.000 kr. í mistum inntøkum.
Okkurt um 40 áskoðarar úr Føroyum eru farnir til Budapest at síggja Føroyar spæla móti Ungarn hóskvøldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV