- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB í Evropa og FC Suðuroy í 1.deild
HB í Evropa og FC Suðuroy í 1.deild
Fimm tey fremstu liðini vunnu sínar dystir, og tí sleppur HB út í Evropa, ímeðan FC Suðuroy skal niður í næstbestu deildina komandi kappingarár.
03.10.2015 - 16:40
Fremsta og aftasta pláss í landskappingini vóru greið undan seinasta umfari.
Tí snúði spenningurin seg í dag einamest um evropeiska luttøku og niðurflyting.
Áðrenn dystirnar stóð tað ímillum HB og KÍ at sleppa út í Evropa,
ímeðan FC Suðuroy og AB bæði kempaðu fyri sætinum í bestu deildini.
HB greiddu sína skyldu sjálvir, tá ið teir vunnu 2-0 á FC Suðuroy í Gundadali.
Hetta úrslitið sendi samstundis FC Suðuroy niður í 1.deild at spæla komandi kappingarár.
Úrslitini í 27. og seinasta umfari gjørdust hesi:
ÍF - B36
0-1 Eli Falkvard Nielsen 28. min
0-2 Jákup á Borg 65. min
1-2 Jan Ellingsgaard 67. min
1-3 Hanus Thorleifsson 75. min
HB - FC Suðuroy
1-0 Poul Ingason 7. min
2-0 Bartal Wardum 43. min
AB - NSÍ
0-1 Árni Frederiksberg 21. min
KÍ - EB/Streymur
1-0 Páll Klettskarð 6. min
2-0 Jóannes Bjartalíð brotsspark 40. min
3-0 Hjalgrím Eltør 74. min
4-0 Jóannes Bjartalíð 76. min
5-0 Heðin Klakstein 80. min
5-1 Leif Niclasen 90. min
6-1 Jóannes Bjartalíð 94. min
TB - Víkingur
0-1 Eirikur Magnusarson (sjálvmál) 55. min
0-2 Magnus Jarnskor 58. min
Endaliga stigatalvan fyri kappingarárið 2015 sær soleiðis út:
1. B36 | 61 |
2. NSÍ | 54 |
3.Víkingur | 53 |
4.HB | 43 |
5.KÍ | 41 |
6.ÍF | 27 |
7.TB | 26 |
8.AB | 24 |
9.FC Suðuroy | 22 |
10.EB/Streymur | 11 |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV