- Tíðindi, mentan og ítróttur
U21 landsliðið í hondbólti móti forkunnugum tjóðum
U21 landsliðið í hondbólti móti forkunnugum tjóðum
U21 lansdsliðið er úttikið til Challenge Trophy finaluumfarið. Føroyar møta tjóðum, sum vit ikki kenna nógv til í hondbóltshøpi

25.09.2015 - 11:54
Tað verða tjóðir, sum vit ongantíð áður hava møtt í landsdysti, sum U21 landsliðið skal møta í Challenge Trophy umfarinum.
Kolumbia, Usbekistan, Kap Verde og Tahiti eru mótstøðuliðini.
Challenge Trophy er kapping fyri smátjóðir um allan heim. Føroyar vunnu evropeisku kappingina í fjør, og eru í tí finalumfarinum.
Finaluumfarið verður spælt í Bulgaria frá 22.oktober til 25.oktober.
22.oktober | Kolumbia-Føroyar |
23.oktober | Føroyar-Usbekistan |
24.oktober | Føroyar-Kap Verde |
25.oktober | Føroyar-Tahiti |
18 leikarar eru úttiknir
Niklas Simonsen | VÍF |
Áki Egilsnes | VÍF |
Julian Olsen | VÍF |
Sjúrður Olsen | VÍF |
Hanus Christophersen | VÍF |
Helgi H. Hoydal | H71 |
Tróndur Arge | H71 |
Pætur Thomsen | H71 |
Jónas G. Djurhuus | H71 |
Tóraldur Kollsker | H71 |
Kjartan Johansen | STÍF |
Allan Norðberg | STÍF |
Pætur Johansen | STÍF |
Jan Pauli T. Johannesen | Neistin |
Rói B. Hansen | Neistin |
Fríði H. Weyhe | KÍF |
Hjalte Bachman | Kyndil |
Eirikur Simonsen | ÍF Føroyar |
Endaligi hópurin verður skorin niður á fjúrtan spælarar tann 11.oktober.
Venjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV