Fáa bót fyri óhøviskan og harðligan atburð

Fáa bót fyri óhøviskan og harðligan atburð
Løgreglan hevði nógv at gera í nátt og í morgun
 
20.09.2015 - 11:12

Løgreglan handtók um hálvgum fimm tíðina í morgun eitt ungt par, eftir at trý fólk vóru farin til hendurs í býnum í Havn.

Sambært løgregluni legði ein maður uppí, tí hann helt mannin var ov harðligan við gentuna.

Tá løgreglan kom á staðið, vildi gentan ikki upplýsa, hvussu hon æt, og nær hon varð fødd. Løgreglan avgjørdi tí at handtaka gentuna. Hetta fekk ilt í dreingin, og gentan royndi at rýma úr politibilinum, sigur løgreglan. 

Endin varð, at unga parið varð flutt á politistøðina, og har vórðu tey skuldsett fyri óhøviskan og harðligan atburð.

Fáa bót

Tey sluppu síðani til hús, men fáa eina bót, sigur løgreglan.

Nógv full fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið, og løgreglan noyddist at taka sær av teimum . 

Tveir mans vórðu tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, annar í Runavík og hin í Havn. Bilførarin, sum varð tikin í Runavík, hevði einki koyrikort, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035