- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið
Sambært Stýrisskipanarlógini skal nývalda løgtingið koma saman klokkan 10 tólvta yrkadagin eftir valdagin. Tað er í dag, 15. september.
Tó loyvir Stýrisskipanarlógin, at fyrsti tingfundur kann vera áðrenn tólvta yrkadag, um samgonga er skipað og løgmaður hevur boðað til fundar.
Nýggi tingformaðurin úr Tjóðveldi
Á tingfundinum í dag skulu valúrslitini frá løgtingsvalinum og valbrøvini hjá løgtingsfólkunum góðkennast. Eisini skal tingformaður veljast, umframt tríggir næstformenn.
Greitt er, at nýggi løgtingsformaðurin kemur úr Tjóðveldi, og roknað verður við, at talan er um Páll á Reynatúgvu.
Á tingfundinum verður eisini kunngjørt, hvørji sjey landsstýrisfólk skulu manna landsstýrið hjá Akseli V. Johannesen, komandi løgmanni.
Átta aðalráð í nýggja landsstýrinum
Javnaðarflokkurin
● Løgmann (herundir lógarmál)
● Almannamál
● Mentamál
● Innlendismál (arbeiðsmarknaðarmál, Landsverk og samferðsla)
Tjóðveldi
● Fíggjarmál
● Fiskivinnumál
● Heilsumál (herundir orka og umhvørvi)
Framsókn
● Uttanríkis- og vinnumál (vinna og handil, tó ikki samferðsla og orka)
Bæði útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis frá tingfundinum, sum byrjar klokkan 10.