- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36 er føroyameistari
"Vit hava ein sterkan og breiðan hóp. Og so hava vit einstaklingar, sum kunnu avgera dystir. Hetta er fantastiskt at vera partur av".
Soleiðis segði Jónas Tór Næs um føroyameistaraheitið, sum hann og B36 hava tryggjað sær í dag.
Ímeðan B36 vann á TB, spældu NSÍ og HB javnt í Runavík, og hetta merkir, at B36 er føroyameistari, hóast trý umfør framvegis eru eftir.
Dysturin í Runavík endaði við málleysum javnleiki.
Í hinum endanum á stigatalvuni tók AB eitt trivaligt fet rætta vegin frá niðurflyting, tá ið teir vunnu 2-1 á TB.
Liðini bæði vóru jøvn í stigum undan dagsins dysti, og við sigrinum leggur AB tí trý stig ímillum seg og TB.
EB/Streymur sleppur ikki undan niðurflyting í ár, sjálvt um sundalagsmenn vunnu 2-1 ímóti Víkingi í dag.
Sigurin kom tó væl við hjá EB/Streymi og pyntar teimum um støðuna í kappingini.
Í Fuglafirði spældu ÍF og KÍ javnt í einum spennandi dysti, har bæði liðini høvdu møguleikar fyri at ogna sær øll trý stigini.
Dysturin endaði 1-1, og liðini fáa tí hvør sítt stig.
Úrslitini í 24. umfari
B36 - TB 2-1
1-0 Høgni Eysturoy, 53. min.
1-1 Patrik Johannesen, 59. min.
2-1 Hanus Thorleifsson, 65. min.
AB - FC Suðuroy 2-1
1-0 Dion Splidt, 17. min.
2- 0 Dion Splidt (brotsspark), 28. min.
2-1 Palli Augustinussen, 50. min.
NSÍ - HB 0-0
EB/Streymur - Víkingur 2-1
1-0 Arnar Dam, 50. min.
2-0 Niels Pauli Danielsen, 62. min.
2-1 Magnus Jarnskor, 86. min.
ÍF - KÍ 1-1
0-1 Atli Danielsen 5. min.
1-1 Clayton Soares 50. min.
Støðan eftir 24. umfar
B36 | 57 stig |
NSÍ | 47 stig |
Víkingur | 44 stig |
HB | 37 stig |
KÍ | 35 stig |
ÍF | 26 stig |
TB | 24 stig |
AB | 22 stig |
FC Suðuroy | 19 stig |
EB/Streymur | 10 stig |