- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin gongur aftur á Toftum
Sambandsflokkurin gongur aftur á Toftum
Hóast afturgongd er Sambandsflokkurin størstur á Toftum. Flokkurin eigur 44,5% av øllum atkvøðunum á Toftum
01.09.2015 - 21:47
Sambandflokkurin er best umtóktur á Toftum. Til hetta valið eigur flokkurin 44,5 prosent av øllum atkvøðunum.Tað er ikki eins gott og til valið í 2011.
Í 2011 átti flokkurin 52,6 prosent av atkvøðunum. Sostatt er talan um eina afturgongd fyri Sambandsflokkin, sum svarar til 8,1 prosentstig.
Størstu framgongdina á Toftum eigur Nýtt Sjálvstýrið - flokkurin gongur framm við 4,1 prosentstigum.
Samlaða valúrslitið á Toftum sæst her: Valúrslitið á Toftum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV