Starvsfelagið og arbeiðsgevararnir hava avtalað fimm fundir

Starvsfelagið og arbeiðsgevararnir hava avtalað fimm fundir
Málið hjá Starvsfelagnum er at gera nýggjar sáttmálar fyri Føroya Tele, Posta og Vága floghavn, áðrenn verandi sáttmálar fara úr gildi á nýggjárinum
Partarnir góvu hvørjum øðrum krøvini um nýggjar sáttmálar mikudagin í farnu viku.  
 
03.12.2024 - 11:29

Í dag fara Starvsfelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag at samráðast um sáttmálar hjá teimum, sum arbeiða hjá Føroya Tele, Posta og Vága floghavn.

Fimm samráðingarfundir eru fyribils avtalaðir.

Málið er, sigur Starvsfelagið, at nýggir sáttmálar eru gjørdir, áðrenn verandi sáttmálar fara úr gildi.

Verandi sáttmálar eru galdandi til 1. januar.

Partarnir góvu hvørjum øðrum krøvini um nýggjar sáttmálar mikudagin í farnu viku.  

Samráðingargongdin er avtalað soleiðis, at har tað ber til og er ráðiligt, vera samráðingarnar skipaðar sum felags samráðingar. 

Annars verður tað, sum er serskilt hjá stovnunum, tikið fyri seg.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114