- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra fer í dag
Tað sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen. Sea Shepherd kunngjørdi týsdagin, at avgerðin hjá løgregluni verður kærd. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum 11 ES-borgarar.
Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi mánadagin. Grundgevingin fyri at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum er at halda lóg og landaskil í Føroyum.
Kæran hevur ikki steðgandi virknað
Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon verður kærd. Bob Barker fór av Sundi klokkan knappliga hálvgum tíggju mánakvøldið. Hann er í løtuni staddur vestan fyri Suðuroynna.
Tað kann taka langa tíð at fáa svar, tá slíkar avgerðir verða kærdar. Í september í fjør varð kært um, at Sea Shepherd fólk vórðu víst úr Føroyum, tí tey fingu 1.000 kr. í bót.
SÍ EISINI Hava kært avgerðina
Svarið kom í juni í ár. Avgerðin varð staðfest. Avgerðin kom eftir at Jógvan Páll Lassen vendi sær til Fólkatingsins umboðsmann og spurdi, um tað kundi vera rætt, at fólk, sum eru útvíst í eitt ár, kanska skulu bíða í meira enn eitt ár eftir at fáa svar upp á kæruna um útvísingina.
Í morgin verður rættarfundur í Føroya rætti tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í grindini í Sandavági 12.august. Eitt teirra varð eisini tikið í Fuglafirði mánadagin, tá nakrir grindahvalir vórðu merktir og síðani sleptir aftur.