- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skansabryggjan útsett
Løgtingsvalið gjørdi, at Mentamálaráðið, sum hevur ætlaðu útbyggingina til hoyringar, hevur fingið longda freist.
Tá broytingin í serstøku byggisamtyktini var til hoyringar, svaraði Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, at ætlaða útbyggingin fer at skerja útsýnið av Skansanum nógv meira enn býráðið sigur.
Tað vísa myndir, sum Fornminnissavnið hevur gjørt. Hesar myndirnar, ella hesa visualiseringina, sum slíkt verður kallað á fakmáli, sá Yvirfriðingarnevndin ikki fyrr enn á fundi tíðliga í summar.
Freist longd av løgtingsvalinum
Yvirfriðingarnevndin vildi tí hoyra Mentamálaráðið, áðrenn hon avgreiðir málið. Mentamálaráðið fekk freist til hálvan august.
Men so kom løgtingsvalið, og freistin hjá Mentamálaráðnum er longd, sigur Peter Flügge, skrivari hjá Yvirfriðingarnevndini.
Yvirfriðingarnevndin hevur fund í dag og so aftur 8. og 9. oktober. Býarskipanarnevndin hjá landinum er heldur ikki liðug at viðgera stóra málið um havnarútbyggingina í Havn.
SÍ EISINI Óvist nær arbeiðið verður boðið út
Nevndin hevur fingið broytingarnar í almennu byggisamtyktini, tær fekk nevndin fyrst í hesum árinum, og nevndin skal eisini ummæla broytingarnar í serstøku byggisamtyktini, sum býráðið samtykti í vár.
Ummælini hjá nevndini verða latin Fiskimálaráðnum, sum avger, um byggisamtyktirnar kunnu broytast. Forkvinnan í nevndini, Jóanna Djurhuus, sigur, at nevndin hevur fund antin í næstu viku ella í aðru viku.