- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merktir hvalir hava spjatt seg
Hvalirnir hava lagt leiðina suður í hav, men eru síðani farnir tríggjar ymsar leiðir. Fylgisveinasendararnir, sum vórðu settir á hvalirnar, vórður tendraðir í morgun klokkan sjey.
Í morgun sást, at grindin, ið fekk sendarar setta á seg, hevur spjatt seg. Sendarnir vórðu sløktir aftur á middegi. Tað var gjørt fyri at spara battarí.
Endamálið er at kanna ferðingarmynstur og staðfesta, hvussu víða útbreiðslu grindahvalirnir við Føroyar hava.
Kann geva ábendingar um veiðan er burðardygg
Út frá úrslitunum, ið fáast til vega, hvussu stóran part av tí samlaða stovninum í Norðurhøvum føroyingar veiða.
Vitanin, ið fæst eftir at hvalirnir eru merktir við sendarum, er týdningarmikil, tí tað kann geva ábendingar um, hvørt grindaveiðan er burðardygg, skriva Søvn Landsins.
Hetta er fimtu ferð at grindahvalir svimja út av føroyskum firðum við sendarum á hornunum.