- Tíðindi, mentan og ítróttur
516 fleiri fólk í Føroyum eftir einum ári
516 fleiri fólk í Føroyum eftir einum ári
Fólkavøksturin í Føroyum 1. juni var 516 fólk samanborið við 1. juni í 2014, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni
25.08.2015 - 12:45
1. juni í ár búðu 48.881 fólk í Føroyum, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Í 12 mánaða skeiðinum 1. juni 2014 til 1. juni 2015 var burðaravlopið 234 og nettotilflytingin 282.
Hetta gevur ein fólkavøkstur sum er 516 fólk. Samanborið við síðstu uppgerð fyri 12 mánaðar skeiðið mai 2014- mai 2015 er burðaravlopið so at siga óbroytt.
Fráflytingin er tó nakað størri og tilflytingin nakað minni, so nettotilflytingin er minkað úr 316 niður í 282 fólk. Vøksturin í fólkatalinum er tí eisini 33 fólk minni enn við síðstu uppgerð, skrivar Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV