Lesandi umhugsa farloyvi í vónloysi

Lesandi umhugsa farloyvi í vónloysi
Ósemja millum Føroya Pedagogfelag og Lønardeildina forðar námsfrøðilesandi at fara í starvsvenjing. Tímaviðbótin hjá lesandi skilir partarnar
Lesandi á námsfrøðingaútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum umhugsa at søkja farloyvi, nú ósemja er um, hvørja viðbót lesandi í starvsvenjing skulu fáa. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
21.08.2015 - 13:14

Námsfrøðilesandi á Setrinum, sum ikki sleppa í starvsvenjing, tí Føroya Pedagogfelag og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru ósamd, umhugsa nú - av berum vónloysi - at fara í farloyvi.

- Eg eri bangin fyri, at mín útbúgving ikki verður tikin í nóg stórum álvara og nóg mikið vird, sigur Annika Ole-Jacobsen - ein av teimum lesandi, ið umhugsar at søkja farloyvi - við útvarpið.

Hon er kortini ikki einsamøll. Umleið helvtin av flokkinum hjá Anniku Ole-Jacobsen umhugsar í løtuni at fara í farloyvi, so leingi ósemjan partarnar millum ikki er loyst.

Partarnir langt frá hvørjum øðrum

Ósemjan botnar í einum stríði millum teir báðar partarnar um, hvussu stór - ella lítil - viðbótin fyri at taka ímóti námsfrøðilesandi í starvsvenjing skal vera. Í løtuni er viðbótin til lesandi 21 krónur um tíman.

- Viðbótin átti at verið 80 krónur um tíman, heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Tí sjónarmiðnum er hin parturin í ósemjuni ikki samdur í.

- Viðbótin er longu ov høg og skuldi verið lækkað, heldur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, ið situr hinumegin samráðingarborðið.

135 námsfrøðilesandi eru ávirkað av ósemjuni millum Lønardeildina og Pedagogfelagið. Lønardeildin ætlar ikki at gera meira við málið áðrenn sáttmálasamráðingarnar 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512