- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll oddaliðini vunnu
Munurin á nummar eitt og nummar 10 var greiður við Margáir, har B36 hølvaði EB/Streym av. Úrslitið varð 5-0, og teir hvítu og svørtu varðveita tískil leiðsluna uppá fýra stig niður til Víking á øðrum plássi.
Hóast munurin ikki gjørdist líka stórur sum við Margáir, vann Víkingur til endans ein tryggan 4-2 sigur á grannunum úr Fuglafirði.
Í Runavík var Árni Frederiksberg stóra hetjan, tá hann við trimum málum var við til at tryggja NSÍ 5-1 sigur á FC Suðuroy, eftir at liðið úr Vági hevði lagt seg á odda longu í fjórða minutti.
Her eru øll úrslitini og málskjúttarnir frá 21. umfari.
EB/Streymur - B36 (0-2) 0-5
40. 0-1 Høgni Eysturoy
44. 0-2 Benjamin Heinesen
54. 0-3 Hans Pauli Samuelsen
70. 0-4 Sjálvmál
75. 0-5 Lukasz Cieslewicz
TB - KÍ (0-1) 1-1
18. 0-1 Heðin Klakstein
86. 1-1 Sjálvmál
HB - AB (2-1) 3-1
17. 1-0 Fróði Benjaminsen
37. 2-0 Christian R. Mouritsen
40. 2-1 Jógvan Skeel Nolsøe
64. 3-1 Poul Ingason
NSÍ - FC Suðuroy (3-1) 5-1
04. 0-1 Salmundur Bech
09. 1-1 Klæmint A. Olsen
16. 2-1 Árni Frederiksberg
37. 3-1 Árni Frederiksberg
61. 4-1 Christian Høgni Jacobsen
68. 5-1 Árni Frederiksberg
Víkingur - ÍF (1-0) 4-2
05. 1-0 Filip Djordjevic
51. 2-0 Finnur Justinussen
65. 2-1 Jan Ó. Ellingsgaard
73. 3-1 Súni Olsen
85. 4-1 Hanus Jacobsen
90. 4-2 Andy Olsen
Stigatalvan
1. B36 48
2. Víkingur 44 (ein dyst meir)
3. NSÍ 43 (ein dyst meir)
4. HB 35
5. KÍ 31
6. ÍF 23
7. TB 23
8. FC Suðuroy 16
9. AB 13
10. EB/Streymur 7