- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB-venjarin leggur frá sær
HB boðaði í gjár frá, at høvuðsvenjarin hevur valt at leggja frá sær. 2-0 tapið móti KÍ í Djúpumýru í Klaksvík fríggjakvøldið gjørdist sosatt seinasti dysturin hjá Heðini Askham sum venjari fyri HB.
Sambært heimasíðuni er tað gjørt sum avleiðing av ivasomu gongdini hjá besta liðnum í ár.
Einki verður sagt um, hvør tekur við sum høvuðsvenjari í HB eftir Heðin Askham.
Heðin Askham tók við sum venjari í HB áðrenn kappingarárið í fjør byrjaði. Fyrsta árið førdi hann HB, sum árið fyri vóru føroyameistarar, til eitt annaðpláss í landskappingini.
Men í ár hevur ikki ligið so ræði fyri og sum heimasíðan hjá HB tekur til: Í skrivandi stund er HB á einum klønum fjórðapláss.
HB hevur 32 stig fyri 20 dystir. Tvey stig fleiri enn KÍ, sum eftir heimasigurin móti júst HB fríggjakvøldið er komið upp á 30 stig.
B36 er oddalið við 42 stigum fyri 19 dystir, NSÍ hevur 40 stig fyri 19 dystir og á triðjaplássi er Víkingur við 37 stigum fyri 19 dystir.
Toppdystur er í Gundadali seinnapartin, tá oddaliðið B36 tekur ímóti NSÍ.