Dýrari hjá utlendingum at verða innlagdir

Dýrari hjá utlendingum at verða innlagdir
Tað er vorðið dýrari hjá fólki, sum ikki búgva í Føroyum ella í ríkisfelagsskapinum, at fáa viðgerð á sjúkrahúsi í Føroyum
Nú verður dýrari hjá útlendingum, hava teir tørv á viðgerð á sjúkrahúsi í Føroyum
 
07.08.2015 - 10:04

Tað eina gjaldið í kunngerðini um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð og tað er hækkað tíggjufalt. Ómaksgjaldið fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar og onnur er farið úr 600 krónum upp í 6.000 krónur.

Minsta gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum er hækkað úr 1.500 krónum, sum tað hevur verið síðani 2009, upp í 1.800 krónur.

Gjaldið fyri viðgerð á intensivari deild í Føroyum er hækkað 4.850 krónur um samdøgrið, hon kostar nú 29.100 kr. um samdøgrið.

Nú er komið afturat í kunngerðina, at sjúkrahúsini kunnu hvørt sær áseta depositum fyri hjálpartól, sum verða lænt út í sambandi við viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636