- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki samband millum kaffi og lívsstílssjúkur
Er kaffi gott ella ringt fyri heilsuna? Tað hava vit tosa nógv um seinastu árini.
Nøkur hava hildið, at ov nógv kaffi skuldi verja móti m.a. sukursjúku og fiti.
Onnur hava hildið, at tað ikki er gott fyri blóðtrýstið at drekka meira enn fýra koppar um dagin.
Men onki av hesum er sætt. Granskarar við univeristetið í Keypmannahavn eru komnir til ta niðurstøðu, at kaffi ger hvørki frá ella til, tá talan er um hesar sjúkurnar.
- Um tær dámar væl at drekka kaffi, so er bara at halda fram við tí. Og um tær ikki dámar kaffi so lat vera.
Tí tað hevur ongan týdning fyri fiti, sukursjúku, kolesterol-tøl og blóðtrýst, um tú drekkur kaffi, sigur Børge Nordestgaard, professari og yvirlækni í Keypmannahavn.
Kaffi hvørki fremur ella verjir móti sokallaðum lívsstílssjúkum.
Granskararnir hava kanna fleiri ílegur ella gen, sum ávirka okkara hug at drekka kaffi. Fleiri hava hesar serligu kaffi-ílegurnar, sum merka, at tey drekkur meira kaffi enn tey, sum ikki hava hesar sokallaðu kaffi-ílegurnar.
Soleiðis kunnu granskararnir síggja, um ein størri kaffinýtsla viðførir ein størri ella minni vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur.
Kanningin, sum akkurát er almannakunngjørd í altjóða tíðarritum, byggir á DNA og upplýsingar um kaffi og lívsstílssjúkur hjá 93.000 dønum.