Svimjararnir vunnu oyggjaleikirnar

Svimjararnir vunnu oyggjaleikirnar
Føroysku svimjararnir vóru bestu svimjararnir á oyggjaleikunum 2015. Við 35 heiðursmerkjum vunnu tey leikirnar í svimjing
Føroysk svimjing hevur enn einaferð staðfest sína støðu sum tann besta á oyggjaleikunum
Mynd: KVF  
 
03.07.2015 - 01:04

Fýra harðir dagar í svimjing eru farnir framvið, og við 35 heiðursmerkjum hevur føroysk svimjing enn einaferð staðfest sína støðu. Føroyar vóru best í svimjing, har heiðursmerkjabýtið er 10 gull, 10 silvur og 15 bronsu. Harumframt eru fleiri oyggjaleikamet, føroysk met, juniormet og persónlig met sett. 

Nakrir av svimjarunum hava eisini verið til kapping í Baku í síðstu viku, so tey hava havt eina harða skrá seinastu tíðina. Harafturat liggja fleiri altjóða kappingar eisini fyri framman hjá teimum. 

Svimjiliðið hesaferð er sera ungt. Tað eru bara Pál Joensen og Astrið Foldarskarð, sum hava verið á oyggjaleikum fyrr. Tey bæði saman við hinum, sum liggja beint niðan fyri 20 í aldri, hava verið tey elstu í hópinum, og tað hevur eisini givið teimum eina ábyrgd, sum tey kanska ikki hava havt á sama hátt fyrr. 

Bjørt framtíð

Framtíðin sær bjørt út hjá svimjingini, tí størsti parturin av svimjarunum, sum hava svomið kapp á oyggjaleikunum eru føddir um aldarskiftið ella eftir ár 2000, og tey hava øll gjørt sítt til, at Føroyar vóru best av svimjarunum.

Oyggjaleikirnar 2015 á Jersey enda í annaðkvøld, fríggjakvøldið, og ferðaliðið kemur aftur til Føroya leygardagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835