Óvist nær arbeiðið verður boðið út

Óvist nær arbeiðið verður boðið út
Tórshavnar býráð ætlaði at bjóða út arbeiðið at byggja út Tórhavnar havn í oktober.
 
02.07.2015 - 12:41

Men tað er als ikki vist, at málið er avgreitt tá, so arbeiðið kann bjóðast út. Hvørki Yvirfriðingarnevndin ella Býarskipanarnevndin hjá landinum eru lidnar við málið.

Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, sigur, at nevndin hevur biðið Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, um eitt ummæli. Nevndin hevur fund 26.august og hevur biðið um at fáa ummælið hjá Mentamálaráðnum hálvan august. Ikki ber til at siga nú, um Yvirfriðingarnevndin tekur avgerð 26.august. 

Tá broytingin í serstøku byggisamtyktini var til hoyringar, svaraði Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, at ætlaða útbyggingin fer at skerja útsýnið av Skansanum nógv meira enn býráðið sigur. Tað vísa myndir, sum Fornminnissavnið hevur gjørt. Hesar myndirnar, ella hesa visualiseringina, sá Yvirfriðingarnevndin ikki fyrr enn á fundi herfyri.

Býarskipanarnevndin hjá landinum viðger eisini stóra málið um havnarútbyggingina í Havn. Nevndin hevur fingið broytingarnar í almennu byggisamtyktini, tær fekk nevndin fyrst í hesum árinum, men enn eru broytingarnar í serstøku byggisamtyktini, sum býráðið samtykti í vár, ikki viðgjørdar í nevndini.

Forkvinnan í nevndini, Jóanna Djurhuus, veit ikki, um nevndin hevur fingið serstøku byggisamtyktini. Hon var ikki komin, tá nevndin hevði fund seinast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109