- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava hann frá í stundini
ES tingið vil hava formannin í FIFA, Sepp Blatter, at gevast í starvinum alt fyri eitt. Tað stendur í eini samtykt, sum ikki er bindandi fyri limalondini.
Sepp Blatter boðaði herfyri frá, at hann leggur frá sær sum forseti í FIFA, hóast hann nakrar fáar dagar frammanundan varð valdur aftur.
Neyðugt við broytingum í FIFA
ES-tingið sigur í einum skrivi, at tað er neyðugt við broytingum í FIFA alt fyri eitt, og at tað ikki ber til at bíða, til FIFA eftir ætlan skal hava fund aftur í desember.
Sepp Blatter tók avgerð um at leggja frá sær, eftir fleiri skuldsetingar um mutur og svik í fótbóltssamgonguni, sum amerikanska løgreglan, FBI kannar.
Síðani hava fleiri bæði fyrrverandi og núverandi limir í FIFA viðgingið, at teir hava fingið pengar fyri at atkvøða, so ávís lond kundu sleppa at skipa fyri fótbóltskappingum.