Grikska landsliðið strandað í Danmark

Grikska landsliðið strandað í Danmark
Fótbóltslandsliðið hjá Grikkalandi, ið annars skuldi koma til Føroyar hóskvøldið, er í løtuni strandað í Keypmannahavn
Grikska fótbóltslandsliðið, ið skal spæla ímóti Føroyum leygarkvøldið, slapp ikki til landið hóskvøldið sum ætlað. Nú hevur liðið einki flogfar, men ætlar at fáa Atlantic Airways at flúgva liðið til Føroyar
 
12.06.2015 - 09:06

Griksa fótbóltslandsliðið, ið skuldi koma til Føroyar hóskvøldið, kom ikki til landið sum ætlanin annars var, og nú er alt liðið við fylgi strandað í Keypmannahavn.

- Teir høvdu leigað eitt flogfar, men bert hósdagin, so nú hava teir einki flogfar. Men nú koma teir til Føroyar við flogfari hjá Atlantic, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, við útvarpið.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt fótbóltslandslið ikki sleppur til Føroyar orsakað av vánaligum floglíkindum í Vágum. Tað sama hendi eisini fyri nøkrum árum síðani fyri franska landsliðið, ið heldur ikki kom til ætlaðu tíðina.

Føroyar - Grikkaland spæla á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19:45. Útselt er til fyrsta heimadystin á Tórsvølli, síðani økið varð liðugt útbygt og dagført.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561