Skulu sjúkraús brúka dýran ella bíligan heilivág?

Skulu sjúkraús brúka dýran ella bíligan heilivág?
Danska Læknafelagið vil hava politikararnar at taka støðu til, hvør heilivágur skal brúkast

03.06.2015 - 14:00

- Tað er ikki í lagi, at sjúkrahús-deildirnar, sum brúka dýra heilivágin, samstundis noyðast at siga fólki úr starvi, sigur Andreas Rudkjøbing, formaður í læknafelagnum við danska kringvarpið.

Hetta er sama sjónarmið, sum fleiri sjúkrahússtjórar eru komnir við.

- Vit ímynda okkum óheftan og fakliga sterkan stovn, sum tekur sær av hesum spurningum fyri alt landið, sigur formaðurin.

Avgerðarstovnur er loysnin

Við avgerðarstovni fyri alt landið sleppa læknarnir undan at sita og meta um, hvørt einstaki sjúklingurin skal hava dýran heilivág ella ikki.

Sitandi stjórn hevur boðað frá, at fíggjarliga sperdu sjúkrahúsini fara at fáa ein linna, tí 15 milliardir skulu játtast til heilsu og tey eldru til 2020.

Fígging er neyðug

Men tað loysir ikki trupulleikan við bólgnandi medisinútreiðslum, sigur formaðurin í læknafelagnum.

Hann fýlist á, at bæði vinstri- og høgravongurin í Fólkatinginum vilja hava søguliga lágan útreiðsluvøkstur á heilsuøkinum komandi árini.

- Vit hava risastóran og vaksandi tørv á viðgerðum og harvið eisini tørv á meira fígging, sigur Andreas Rudkjøbing við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878