- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: 49 ferðamannaskip inn á Havnina í summar
Tvøroyri
Saga Pearl 2 kom inn á Tvøroyri í dag við 400 ferðafólkum, og hósdagin kemur Silver Eksplorer við 100 ferðafólkum. Fleiri skipa koma ikki til Tvøroyrar í summar.
Runavík
Eitt ferðamannaskip kemur til Runavíkar í summar, tað eitur Rotterdam, og tað tekur 1.400 ferðafólk.
Norðhavnin
12 skip koma til Norðhavnina í Ánunum. Fyrsta skipið kom í gjár, - Saga Pearl, sum tekur 600 ferðafólk. Næsta vitjan verður 3. juli, tá Deutchland kemur við 520 ferðafólkum.
Størsta skipið, sum leggur at í Norðhavnini í summar er Celebrity Eclips, sum tekur 2.850 ferðafólk- umframt manningina, 1271. Tað kemur 4. juli.
Tórshavn
Tórshavnar havn fær 54 vitjanir í summar og higartil í summar hava 10 skip verið. Í morgin kemur Silver Explorer við góðum 100 ferðafólkum.
Størsta ferðamannaskipið, sum kemur inn á Havnina er Costa Fortuna, sum tekur 2.720 ferðafólk, Og manningin telur 1.027.
Kollafjørður
Fýra skip skulu inn á Oyrareingin at liggja og eitt inn á Kollafjørð, stendur í yvirliti hjá Tórshavnar Havn.
Seinasta ferðamannaskip í ár kemur 1. oktober, tað er Sea Spirit, við góðum 100 ferðafólkum.