Mark sett fyri, hvussu nógv heilivágur skal kosta

Mark sett fyri, hvussu nógv heilivágur skal kosta
Myndugleikarnir í Noreg hava sett eitt mark fyri, hvussu nógv heilivágur skal kosta, sum kann leingja lívið hjá sjúklingum
 
01.06.2015 - 09:45

Í Noreg er markið ásett at vera 800.000 kr. um árið. Kostar viðgerðin meir enn tað, verður viðgerðin ikki boðin á almennu sjúkrahúsunum í landinum.

Kostnaður, ikki dygd

Í Noreg verður heilivágurin sostatt mettur eftir hvat hann kostar, og ikki bert eftir hvussu góður hann er.

- Vit halda, at vit kunnu nýta pengarnar betri aðrastaðni í heilsuverkinum, sum gevur betri úrslit fyri somu upphædd, sigur Lars Vorland, sum er stjóri í norska ætlanarstovninum, sum tekur avgerðina.

Besti heilivágur

Norski læknin, Hans Petter Eikesdal, sigur seg vera í iva um avgerðina, tí hann ikki hevur møguleikar at veita sjúklingunum ta hjálp, sum kann hjálpa teimum.

Sjálvur heldur hann, at sjúklingar eiga at fáa besta heilivágin sum finst, men politiskur áhugi er ikki fyri tí, staðfestir Hans Petter Eikesdal.

Heilivágur vorðin dýrari

Í Danmark eru útreiðslurnar til heilivág, sum sjúkrahúsini lata, hækkaðar 2, milliardir kr. síðani í 2007. Tað leggur trýst á sjúkrahúsini, og fleiri serfrøðingar ávara ímóti sparingunum sum vera settar í verk.

Samstundis sigur varastjórin á sjúkrahúsinum í Herlev, Steen Werner Hansen, seg sakna politiska avgerð, sum kann steðga skjótt hækkandi prísunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109