- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska javnstøðan hevur tað ikki so gott
Danska javnstøðan hevur tað ikki so gott
Hóast kvinnur í hundrað ár hava havt rætt til at atkvøða og at fara á val, gongst framvegis strilti hjá teimum at fáa sess á ráðhúsum
01.06.2015 - 11:21
Uppgerð, sum danska hagstovan hevur gjørt, vísur, at fyri hvønn tíggjunda býráðssess situr ein kvinna, - í Fólkatinginum sita fýra kvinnur fyri hvørja 10 sessir.
Í kommunalu leiðsluni er skeivleikin uppaftur størri við einum kvinnuligum borgarstjóra fyri hvørja áttandu kommunu.
Seinastu 25 árini er talið av kvinnum, sum stilla upp til fólkatingið, vaksið.
Søguligt
At vegurin til parlamentariska javnstøðu er drúgvur sæst eisini í søguliga perspektivinum.Frá at kvinnur við Grundlógarrevisjónini í 1915 kundu velja og veljast, skuldu 30 ár ganga, áðrenn kvinnur av álvara fingu sess í Fólkatinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV