90.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi

90.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi
Kvotan er býtt, og loyvt er at fiska 85.000 tons við Eysturgrønland og 5.000 tons vestan fyri Grønland
 
26.05.2015 - 08:04

Grønlendska landsstýrið hevur býtt makrelkvotuna fyri 2015. Loyvt er at fiska 85.000 tons við Eysturgrønland og 5.000 tons vestan fyri Grønland.

Landsstýrið fekk 48 umsóknir um loyvi at fiska makrel. Søkt varð um meira enn 400.000 tons.

Eins og í fjør er kvotan býtt millum reiðarí, sum eiga skip, tey fáa 55.000 tons. Níggju reiðarí, sum hava 15 skip, býta tey 55.000 tonsini millum sín, 

Sjey reiðarí, sum ikki eiga skip og tí noyðast at leiga skip, fingu 30.000 tons, ella 4.285 tons í part.

Tey 5.000 tonsini við Vesturgrønland eru ætlað teimum, sum fiska inni við land. Talan er um felagskvotu til royndarfiskiskap.

Í fjør var grønlendska makrelkvotan 100.000 tons, og 78.000 tons vórðu fiskað. Einki varð fiskað við Vesturgrønland í fjør, hóast kvotan har var 10.000 tons.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878