Verkfall: SAS avlýsir flogferðir

Verkfall: SAS avlýsir flogferðir
Skandinaviska flogfelagið SAS hevur avlýst fleiri flogferðir á teimum longri teinunum úr Keypmannahavn um vikuskiftið
Fleiri flogfør hjá SAS standa still orsaka av verkfalli
Mynd: DR  
 
23.05.2015 - 10:40

Talan er um ruturnar til Shanghai, Chicago og San Francisco. Hetta skrivar DR

Orsøkin til verkfallið er, at norsku flogskipararnir eru farnir í verkfall, eftir at samráðingarnar millum fakfelagið hjá flogskiparunum og SAS slitnaðu tíliga hósmorgunin.

Trine Kromann Mikkelsen, talskvinna hjá SAS, sigur við Danmarks Radio, at SAS harmast um støðuna, og at felagið ger alt fyri at finna aðrar loysnir fyri síni viðskiftafólk. Men tað er ein trupul uppgáva, ásannar hon.

Mett verður, at bara í Danmark vera okkurt um 2.000 ferðafólk rakt av verkfallinum. Danmarks Radio sigur, at tað kostar tað SAS 1,6 milliónir krónur fyri hvørt flogfar, ið verður avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982