Grønland: 222 milliónir í halli í fjør

Grønland: 222 milliónir í halli í fjør
Inntøkurnar sviku, tí virksemið varð nógv minni í fjør enn væntað
 
22.05.2015 - 08:46

Tá grønlendska fíggjarlógin fyri í fjør varð samtykt, vísti hon 24 milliónir kr. í avlopi

Men nógv broyttist í 2014, og nú árið er gjørt upp, vísir roknskapurin 222 mlliónir kr. í halli.

Orsøkin er, at virksemið í Grønlandi var nógv minni í fjør, enn roknað var við, at tí sviku inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Bygt varð bert fyri slakar 400 milliónir kr., sum var helvtina minni enn árið fyri.

Hóast vanliga virksemið var lítið, so gekst væl hjá serliga rækjuvinnuni. Avgjøldini, sum landskassin fekk frá fiskivinnuni, settu met í fjør.

Av tí at virksemið var so lítið í Grønlandi í fjør, so var ein góð milliard kr. eftir í grunninum til bygging og umvæling, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Andreas Uldum, við KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109