Útróðrarbátar sleppa aftur á Føroya Banka

Útróðrarbátar sleppa aftur á Føroya Banka
Bátar undir 15 tons sleppa at royna á Bankanum í tilsamans 70 dagar
 
21.05.2015 - 14:48

Útróðrarbátar sleppa aftur at fiska tosk á Føroya Banka í summar. Og í ár sleppa stóru bátarnir í bólki 4A og 4B eisini á Føroya Banka í nakrar dagar.

Kunngerð er nú lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5 (bátar undir 15 tons) møguleika at royna á Bankanum í tilsamans 70 fiskidagar, tað sum er eftir av hesum fiskiárinum, og tað er til 31.august. Men fiskiskapurin skal steðga, tá teir 70 dagarnir eru brúktir.

Teir stóru bátarnir fáa 30 dagar at býta millum sín.  

Friðaður í fleiri ár

Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tó loyvi til at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu. 

Og síðani 2010 hevur á hvørjum sumri verið loyvt smærri útróðrarbátunum at royna á Bankanum í avmarkað dagatal.

Bátar, sum ætla sær á Føroya Banka í ár, skulu søkja VØRN um fiskiloyvi. 

Fiskimálaráðið hevur onga ætlan um at loyva øðrum fiskiskapi enn hesum á Føroya Banka, tí mett verður, at tað tolir toskastovnurin ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944