- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvfinalurnar um Løgmanssteypið í útvarpinum
Útvarpið sigur í kvøld frá báðum hálvfinalunum um Løgmanssteypið.
Í Runavík spæla NSÍ og HB. Dysturin byrjar klokkan 18.30
Í Gøtu spæla Víkingur og B36. Dysturin byrjar klokkan 19.00
Víkingur plagar vinna
Víkingur er seinastu árini blivi fastur partur av finaluni um Løgmanssteypið.
Felagið hevur vunnið finaluna trý ár á rað.
Mótstøðuliðið, B36, hevur ikki verið í finaluni síðani í 2008, tá taptu teir 2-3 fyri EB/Streymi.
Ellivu ár síðani at HB vann
HB var í finaluni í fjør, men tapti 0-1 fyri Víkingi.
Annars skulu vit heilt aftur til 2004, tá HB síðst vann steypið. Tá vann HB 3-1 á NSÍ í finaluni.
Síðst NSÍ vann steypakappingina var í 2002. Tá vann NSÍ 2-1 á HB í finaluni.
Topp fýra í hálvfinalunum
Tað eru oddaliðini í føroyskum fótbólti, sum møtast í kvøld. Í Runavík tekur nummar eitt, NSÍ, ímóti nummar trý, HB.
Í Gøtu tekur nummar fýra, Víkingur, ímóti B36, sum er nummar tvey í landskappingini.
Leivur Frederiksen fer at siga frá dystinum í Runavík. Helgi L. Petersen er viðmerkjari.
Suni Merkistein sigur frá dystinum í Gøtu. Jóannes Jakobsen er viðmerkjari.