Sára og Pál eru ársins svimjarar

Sára og Pál eru ársins svimjarar
Ársins svimjarar hjá kvinnum og monnum eru Sára R. Nysted og Pál Joensen. FM í svimjing 2015 er av, og var úrtøkan fimm føroysk og fimm juniormet
Pál Joensen og Sára R. Nysted, Suðuroyar Svimjifelag, eru ársins svimjarar 2015
Mynd: KVF  
 
16.05.2015 - 20:30

Á seinasta FM kappingardegnum vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin. Hjá kvinnum fall valið á Sáru R. Nysted, og hjá monnum bleiv Pál Joensen ársins svimjari. Bæði úr Suðuroyar Svimjifelagi. Bæði ársins stjørnuskot eru úr Havnar Svimjifelagi, og eru tey Vár E. Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshorn. 

Føroysk og juniormet

Fimm føroysk met vórðu sett á hesi meistarastevnuni, og somuleiðis fimm juniormet vórðu eisini sett. 

Hesi settu metini: 

Ásbjørg Hjelm, Ægir, setti føroyskt met á 50 metrum bringusvimjing við tíðini 32.70, og hon setti somuleiðis met á 100 metrum í somu grein við tíðini 1.11.53. Hesi bæði metini eru somuleiðis juniormet. 

Jonna B. Thomsen, Ægir, setti føroyskt met á 200 metrum firvald við tíðini 2.21.70.

Kvinnuliðið hjá Ægi setti føroyskt met á fýra ferðir 100 metrum blandað við tíðini 4.18.66.

Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag, setti føroyskt met á 200 metrum firvald við tíðini 2.03.69

Rólant Toftum, Suðuroyar Svimjifelag, setti juniormet á 200 metrum rygg við tíðini 2.18.17

Sára R. Nysted, Suðuroyar Svimjifelag, setti juniormet á 100 metrum blandað við tíðini 1.06.44.

FM í svimjing 2015 er av á hesum sinni, og næsta avbjóðingin hjá 15 føroyskum svimjarum er Oyggjaleikirnir í Jersey um mánaðarskiftið juni/juli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835