- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin í Svínoy dýrkað tvær milliónir
Havnin í Svínoy dýrkað tvær milliónir
Kostnaðarætlanin hjá Landsverki helt ikki.
12.05.2015 - 11:00
Arbeiðið at gera samferðsluhavn á Eiðinum í Svínoy fer at kosta næstan tvær milliónir krónur meira enn Landsverk metti, um tað ikki eydnast Landsverki at fáa kostnaðin niður.
Tilboðini upp á arbeiðið eru latin upp.
Tvey tilboð eru, og tað lægra er slakar 4,3 mió. kr.
Hægra tilboðið er dupult so høgt. Landsverk metti, at arbeiðið kostar hálva triðju millión.
Millum annað skal ein rampi gerast á Eiðinum.
Atløgusíðan á Krambatanga skal leingjast. Har kom bara eitt tilboð, góðar 3,2 mió. kr. Játtanin til hetta arbeiðið er tríggjar milliónir, skrivar Landsverk
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV