Fakfeløg vilja varðveita ALS-farloyvisskipanina

Fakfeløg vilja varðveita ALS-farloyvisskipanina
Fakfeløg halda lítið um, at politikarar ætla at strika møguleikan hjá fólki í ALS at fara í farloyvi
 
12.05.2015 - 08:25

Ætlanin at taka av farloyvisskipanina hjá ALS er afturstig, tá vit hugsa um at skapa rúmligan arbeiðsmarknað. Tað sigur Føroya Pedagogfelag í skrivi til fjølmiðlarnar. 

- Vit hava í mong ár tosað um, hvussu arbeiðsmarknaðurin kann gerast meiri rúmligur. Tí er tað ikki sørt undrunarvert, at løgtingið nú ætlar at taka av skipan, sum loyvir fólki, sum ynskja tað, at taka ein steðg í arbeiðslívinum, - og at arbeiðsleys samstundis sleppa inn aftur á arbeiðsmarknaðin eitt tíðarskeið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í pedagogfelagnum í tíðindaskrivinum.

Fyri tann sum sleppur í farloyvisstarv, kann tað merkja, at hann fær skapt sær lívsneyðugt tilknýti til arbeiðslívið aftur - og tað má vera samfelags-gagniligt, um nakað er, heldur hann.

Samtak mótmælir eisini

Eisini Samtak ynskir at varðveita Als farloyvisskipanina. 

- At taka av ella broyta Als-farloyvisskipanina er eitt vánaligt hugskot, tí farloyvisskipanin hjá Als hjálpir langtíðararbeiðsleysum út í arbeiðið aftur, skrivar felagið í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar. 

Tað eru serliga tilkomnar kvinnur í ávísum økjum í landinum, sum vera hart raktar sambært Samtaki, og feløgini í Samtaki mæla løgtinginum staðiliga frá at avtaka ella broyta skipanina um farloyvi, tí hon er við til at hjálpa fólki út aftur á arbeiðsmarknaðin, skrivar Samtak í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878