- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS kannar útlendsk akfør
TAKS kannar útlendsk akfør
38 bileigarar hava fingið boð um at venda sær til TAKS fyri at lýsa nýtsluna av bilum við útlendskari nummarplátu í Føroyu
10.05.2015 - 11:06
Bilar og akfør við útlendskari nummarplátu mugu einans vera í landinum í tríggjar mánaðir í einum 12 mánaðar tíðarskeiði uttan at rinda toll- og innflutningsavgjørld. Tó kann loyvi verða givið um longri freist, um søkt verður um tað, og viðurskiftini annars tala fyri tí.
TAKS hevur síðani síðst í apríl kannað nýtsluna av bilum við útlendskari nummarplátu í Føroyum.
Um bilførarar, sum hava fingið boð frá TAKS, ikki lata frætta frá sær, fer TAKS at lata Akstovuni málið til nærri viðger.
Og tá kann avleiðingin vera, at bilar og akfør, sum eru skeivt skrásett, missa nummarplátuna, skrivar TAKS á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV