- Tíðindi, mentan og ítróttur
Happa minni á sosialu miðlunum
Tað vísir nýggj kanning um happing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.
Sambært kanningini svara einans tvey prosent av spurdu næmingunum, at teir ofta uppliva, at aðrir næmingar senda særandi boð ella myndir umvegis fartelefon ella internetið. Níggju prosent siga seg hava upplivað hetta viðhvørt.
Úrslitið er komið óvart á arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt kanningina, tí happing umvegis sosialar miðlar hevur verið í stórum og skjótum vøkstri aðrastaðni samsvarandi tøkniligu menningina.
Arbeiðsbólkurin dugir kortini ikki at siga, hvør orsøkin er til, at skúlanæmingar í Føroyum happa minni á sosialu miðlarnar enn næmingar í grannalondunum.
Ein orsøk kann vera, at SSP-samstarvið, sum er tvørfakliga samstarvið millum skúla, foreldur og myndugleikar, hevur riggað væl og hevur fyribyrgt happing, heldur Katrin av Kák frá námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt kanningina.