- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gunvør spyr um útreiðslur til heilivág
Hvussu stórar útreiðslur hevði heilusverkið av heilivági í 2005, í 2010 og í 2015?
Tað vil Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum.
Tað er nógva umrøðan av vaksandi útreiðslum í heilsuverkinum, sum hevur fingið tingvkvinnuna at seta grein 52 fyrispurning.
Gunvør Balle vísir í viðmerkingunum á, at landsstýrismaðurin hevur biðið um eykajáttan, tí útreiðslurnar til heilivág eru hækkaðar við 14 prosetnum í 2014, og útreiðslurnar væntast at hækka enn meira í 2015.
Tað er staðfest, at nógvar sjúkur, sum verða staðfestar í føroyska heilsiverkinum, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Tí undrar tað Gunvør Balle, at heilsuverkið ger so lítið fyri at vísa á ábyrgd og evni hjá fólki at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur.
Á tann hátt kundui verið minkað um útreiðslurnar til heilivág, heldur Gunvør Balle.