- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eivin spyr um telenetið
Tað eigur at vera møguligt at samskifta skjótt og væl uttan mun til, hvar í landinum tú er.
Tað heldur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, grein 52 fyrispurning um Føroya Tele.
Eivin Jacobsen spyr, um landsstýrismaðurin í vinnumálum kann kunna løgtingið, um Føroya Tele hevur nakrar ætlanir um at betra um dekningin og hoyrilíkindini, tá koyrt verður á landsvegunum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at telenetið er ikki líka gott allastaðni. Eitt nú eru dømi um, at tað kann bróta av fleiri ferðir á strekkinum millum flogvøllin og høvuðsstaðin, sigur Eivin Jacobsen.
Í 2014 fekk landskaassin 30 milliónir krónur í vinningsbýti frá Føroya Tele. Eivin Jacobsen spyr tí landsstýrismannin, um hesin peningur ikki átti at komið brúkaranum til góðar.