Umboðsmaðurin givið barnaverndini í Vágum átalu

Umboðsmaðurin givið barnaverndini í Vágum átalu
Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri at hava drálað í einum máli um alment innlit.
 
04.05.2015 - 13:53

11. juli í fjør fekk Barnaverndartænastan umsókn frá einum borgara, sum bað um at fáa innlit í eitt mál hjá sær sjálvum. Men ikki fyrr enn 9. februar í ár boðar myndugleikin borgaranum frá, at skjølini í málinum eru klár at heinta. 

Tað ganga sostatt næstan sjey mánaðir frá tí, at borgarin søkir um innlit, til Barnaverndartænastan avgreiðir málið.

Hetta heldur Umboðsmaðurin ikki vera nøktandi og hevur givið Barnaverndartænastuni í Vágum átalu fyri hetta.

Øll frágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðsmanni kann lesast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV