- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greinari: Suðuroyar Sparikassi í váða
Suðuroyar Sparikassi er millum teir átta peningastovnarnir í Danska Ríkinum, har fíggjarstøðan er hættislig.
Tað vísir nýggjasta frágreiðingin hjá Niro Invest, ið byggir sína meting á 21 lyklatøl úr ársroknskapinum árið fyri.
Suðuroyar Sparikassi er á 63. plássi av teimum 70 donsku peningastovnunum og beint omanfyri váðamarkið, ið er 500.
Hinir sjey peningastovnarnir, ið er omanfyri váðamarkinum, eru Danske Andelskassers Bank, Vestjysk Bank, Skjern Bank, Salling Bank, Den Jyske Sparekasse, Østjydsk Bank og Andelskassen J. A. K. Slagelse.
- Tað er skeivt at siga, at bara tí at tú hevur eina váðameting omanfyri 500, so stendur tú við øðrum beininum í grøvini. Men tú kanst siga, at váðin er størri hjá hesum peningastovnum enn hjá hinum, sigur Nicholas Rohde, ið rekur Niro Invest við Berlingske.
Bankagreinarin mælir kundum hjá bankunum, ið er í váða, ikki at hava fleiri pengar innistandandi, enn tað, sum Indskydergarantifonden rindar aftur, skuldi peningastovnurin farið á heysin.
Les eisini: Mælir kundum í Suðuroyar Sparikassa at ansa eftir.
Spáddi Eik-krakkið
Nicholas Rohde er ikki hvør sum helst.
Hann spáddi, at støðan í Eik Banka var álvarslig nakrar mánaðir, áðrenn bankin fór á heysin í 2010. Tá vildi Marner Jacobsen, bankastjóri, ikki kennast við metingina.
Aðrir peningastovnar, sum eisini eru farnir av knóranum - Spar Lolland, Fjordbank Mors og Max Bank - vóru eisini á listanum yvir bankum í váða, áðrenn teir snaraðu lykilin um.
Í fjør lá Suðuroyar Sparikassi munandi hægri á listanum. Tá var váðametingin 422,5.
Les eisini: - Eingin vandi á ferð