- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentamálaráðið: Landsroyndirnar gingu væl
Mentamálaráðið: Landsroyndirnar gingu væl
Talgildu landsroyndirnar hjá fjórðu og sættu flokkunum, sum vóru fyrr í vikuni, gingu væl, boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi
01.05.2015 - 11:03
Inn eru latin umleið 7.000 uppgávusett frá yvir 1400 næmingum. Allar uppgávurnar eru rættaðar, og samlað met er givið til hvønn einstakan næming, sum eisini foreldrini kunnu síggja talgilt saman við næminginum
Landsroyndirnar hava verið í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Fólkaskúlalógin ásetur, at fjórðu og sættu flokkar á hvørjum ári skulu til landsroynd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV