Altjóða arbeiðaradagurin í Havn og á Tvøroyri

Altjóða arbeiðaradagurin í Havn og á Tvøroyri
Nú klokkan 14.30 skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1.maidagshaldi á Vaglinum, og klokkan 16 skipar Fylking fyri haldi á Tvøroyri
 
01.05.2015 - 11:12

Í Havn fara Eyðgunn Samuelsen, Annfinn Brekkstein, John av Reyni og Jóhan Carl Dam, næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, at halda røðu, og Kári P. fer at syngja nakrar sangir, og Havnar Hornorkestur spælir. 

Byrjað verður klokkan 14.30, og útvarpið sendir beinleiðis haðani. 

Fylking á Tvøroyri

Klokkan fýra verður 1.maidagshald á Tvøroyri, sum Fylking skipar fyri.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Jóannes Nielsen, rithøvundur, halda røðu. 

Í sambandi við, at Fylking fyllir 100 ár, sendir Útvarpið eisini beinleiðis av Tvøroyri klokkan fýra.

Fakta um arbeiðaradagin:

Arbeiðaradagurin er ímyndin av stríðnum fyri góðum livikorum til allar borgarar og fyri stríðnum um eitt betri og rættvísari samfelag. 

Arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19. øld. Í dag eru góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV