- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava tímaniðurskurð
Tey sum halda fram og byrja masterpartin á vegleiðara-útbúgvingini eftir summarsteðgin, skulu hava tímaniðurskurð. Tað heldur Føroya Lærarafelag, sum hevur heitt á Mentamálaráðið at taka støðu til hendan spurningin.
Og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, segði á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum fyri viku síðani, at tímaniðurskurðurin verður veittur til teirra, sum halda fram á útbúgvingini.
Tað skrivar skúlablaðið.
Mentamálaráðið hevur annars áður boðað frá, at tímaniðurskurður fór ikki at verða veittur.
Lærarafelagið mótmælti, tí vegleiðara-útbúgvingin er ógvuliga arbeiðs- og tíðarkrevjandi.
Tímar til vegleiðarar í støddfrøði og orðblindni
Umframt tímaniðurskurð til teirra, ið halda fram við vegleiðaraútbúgvingini, segði landsstýrismaðurin, at tímar eisini verða til vegleiðarar í støddfrøði og orðblindalærarar soleiðis, at teir kunnu virka í førleikastovunum á jøvnum føti við aðrar yrkisbólkar, skrivar skúlablaðið.